Gongur væl við Dalstunlinum

Gongur væl við Dalstunlinum
Um eitt ár ella so verður komið ígjøgnum til Dals, sigur Landsverk
 
20.11.2022 - 10:45

Arbeiðið at gera tunnilin frá Húsavík til Dals gongur so mikið væl, at í vikuni var boringin komin í helvt. Tunnilin verður umleið 2200 metrar til longdar, og hósdagin vóru góðir 1100 metrar boraðir.

Ætlanin er, at komið skal vera ígjøgnum fjallið til Dals í seinnu hálvu av 2023.

Tað er eitt tunnilstoymi hjá Landsverki, ið borar tunnilin, umframt at undirveitarar eru knýttir at arbeiðinum, og væntaða nýtslan í ár til tunnilsverkætlanina er 18 milliónir krónur.

Aftur at tunlinum skulu gerast 200 metrar av vegi húsavíkarmegin og 100 metrar av vegi dalsmegin, og tríggir kilometrar av verandi vegi skulu breiðkast.

Hóskvøldið klokkan 19 bjóðar Landsverk borgarum í Húsavíkar kommunu og øðrum áhugaðum til kunningarfund um verkætlanina í Eiriksstovu í Dali.

Har verður greitt frá linjuføring, tíðarætlan, íbindingum, jarðarviðurskiftum, ferðsluviðurskiftum og øðrum, og eisini verður høvi at seta spurningar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519