- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógv færri ferðafólk og akfør á suðuroyarleiðini
Nógv færri ferðafólk og akfør á suðuroyarleiðini
Í september sigldi Herjólfur III fyri Smyril
18.11.2022 - 13:53
Nógv færri ferðafólk og akfør vóru á suðuroyarleiðini í september í ár enn í september í fjør.
Í september í ár sigldi Herjólfur III.
Sambært tølum hjá Strandfaraskipum landsins vóru ferðafólkini 12.083 og akførini 4.260.
Í september í fjør, tá Smyril sigldi, vóru 22.617 ferðafólk og 9.539 akfør.
Í oktober í ár, tá Smyril var komin aftur, vóru ferðafólkini 22.815 og akførini 9.418.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV