- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tyrlan flogið 47 ferðir fyri Fiskimálaráðið
Tyrlan flogið 47 ferðir fyri Fiskimálaráðið
Til november vóru 28 sjúkraflutningar, og 19 ferðir var tyrlan eftir fólki á sjógvi ella landi
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
17.11.2022 - 08:33
Fiskimálaráðið hevði brúk fyri tyrluni 47 ferðir frá 1.januar til 1.november.
Sjúkraflutningar vóru 28, og 19 ferðir var tyrlan eftir fólki á sjógvi ella landi, sokallaðar SAR-hendingar. Talan er um 11 føroyingar og átta útlendingar, hevur Fiskimálaráðið upplýst fyri fíggjarnevndini.
Vørn umsitur leigumálið við Atlantic Airways um tyrlutilbúgving fyri Fiskimálaráðið. Tað kostar 30,1 millión um árið.
Strandfaraskip landsins umsita ferðafólkaflúgvingina fyri Fíggjarmálaráðið. Hon kostar landinum 14,3 mió. kr. um árið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV