BankNordik: Fleiri læna til orkusparandi tiltøk

BankNordik: Fleiri læna til orkusparandi tiltøk
Grønu bústaðarlánini eru vaksin 151 prosent seinasta árið
Grøn bústaðarlán fáa tey, sum hita bústaðin við varandi orkuskipan.
 
17.11.2022 - 08:29

Fleiri og fleiri læna pengar til at gera bústaðin orkusparandi, sigur BankNordik.

Fólk læna til dømis til at leggja um frá oljufýri til jarðhita ella hitapumpu. Seinasta árið eru hesi orkulánini vorðin 38 prosent fleiri í BankNordik. 

Men grønu bústaðarlánini eru nógv fleiri nú. Tey eru vorðin 151 prosent fleiri seinasta árið.

Grøn bústaðarlán fáa tey, sum hita bústaðin við varandi orkuskipan.

Fólk læna eisini pengar til at keypa elbil. Tey lánini er vorðin 119 prosent fleiri seinasta árið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519