Útflutningurin til Russlands var 37 milliónir í september

Útflutningurin til Russlands var 37 milliónir í september
Talan er um olju og aðrar vørur til russisk skip, sum eru í Føroyum
Russisk skip í Føroyum keyptu olju og útgerð fyri umleið 37 mió. kr. í september.
 
16.11.2022 - 14:44

Føroyar útfluttu fyri 36,6 milliónir krónur til Russlands í september.

Talan er um olju og aðrar vørur til russisk skip, sum eru í Føroyum.

Annars útfluttu Føroyar fyri 9,1 milliard krónur fyrstu tríggjar ársfjórðingar í ár. Vøksturin sammett við somu tíð í fjør er 33 prosent.

Innflutningurin var 200 milliónir størri í ár.

Fiskavøruútflutningurin er vaksin til flestu marknaðir.

Og summir marknaðir eru at kalla nýggir, so sum Baltalondini og Ísrael, sum keypa laks úr Føroyum.

Laksur var útfluttur fyri fýra milliardir fyrstu tríggjar ársfjórðingar í ár, fyri ein triðing meira enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519