Løgtingsval: Steðgur í lønarsamráðingum

Løgtingsval: Steðgur í lønarsamráðingum
Samráðingarnar verða ikki tiknar uppaftur fyrr enn nýtt landsstýri er skipað
Lærarafelagið handaði lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum krøvini 20. oktober, og síðani hava nakrir fundir verið. Men løgtingsvalið ger, at ongar samráðingar eru fyribils.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.11.2022 - 13:06

Steðgur er í lønarsamráðingunum millum Lærarafelagið og lønardeildina í Fíggjarmálaráðnum. Orsøkin er, at løgtingsval er útskrivað.

- Tá ið val verður útskrivað, er siðvenja, at allar lønarsamráðingarnar halda uppat, og tær verða ikki tiknar upp aftur fyrr enn nýtt landsstýri er valt. 

Tað sigur Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.

Lærarafelagið og lønardeildin hittust annars fyrstu ferð 20. oktober, tá ið Lærarafelagið handaði krøvini. Síðani hava partarnir tosað saman nakrar ferðir.

 

Eisini steðgur í øðrum samráðingum

Tað eru ikki bara lønarsamráðingarnar við Lærarafelagið, ið eru steðgaðar fyribils.

Samráðingar vóru eisini byrjaðar við Akademikarafelagið, lærarar á Vinnuháskúlanum, Kommunulæknafelagið, Havnar arbeiðskvinnufelag og Heilsurøktarfelagið, har Komunala Arbeiðsgevarafelagið eisini er við. 

Tær samráðingarnar verða heldur ikki tiknar uppaftur fyrr enn nýtt landsstýri er skipað.

Sáttmálin við lærararnar á Vinnuháskúlanum gekk út í fjør, meðan allir hinir sáttmálarnir gingu út 1. oktober í ár.  
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519