- Tíðindi, mentan og ítróttur
Arbeiðarafeløg ætla at leggja saman
Arbeiðarafeløg ætla at leggja saman
Aðalfundur verður í Hósvík 29. november

Arbeiðarafeløgini í Sunda kommunu ætla at leggja saman í eitt felag.
16.11.2022 - 15:04
Arbeiðarafeløgini í Sunda kommunu ætla at leggja saman í eitt felag.
Tað verður gjørt á aðalfundi í Hósvík týskvøldið 29.november.
Tey fýra feløgini, Haldórsvíkar arbeiðarafelag, Hósvíkar arbeiðarafelag, Hvalvík-Streymnesar arbeiðarafelag og Sunda Sóknar arbeiðarafelag, hava longu gjørt av at leggja saman.
Á aðalfundinum 29.november verður atkvøtt um uppskot um lóg fyri nýggja felagið, nevnd verður vald og uppskot er eisini um navn.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV