Mótmæla nýggju vaktarskipanini hjá kommunulæknum

Mótmæla nýggju vaktarskipanini hjá kommunulæknum
Landssjúkrahúsið hevur sent Heilsumálaráðnum og Heilsutrygd skriv um broytingarnar
Landssjúkrahúsið vil hava gomlu vaktarskipanina hjá kommunulæknunum setta í gildi alt fyri eitt.
 
14.11.2022 - 18:00

Landssjúkrahúsið mótmælir nýggju vaktarskipanini hjá kommunulæknunum, sum var sett í verk fyri viku síðani.

- Tað er av alstórum týdningi, at ætlaðu broytingarnar í kommunulæknavaktini verða steðgaðar alt fyri eitt, so vit beinan vegin koma aftur til skipanina, sum hon var fyri bara fáum døgum síðani.

Soleiðis stendur í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið.

Talan er um skriv, sum Landssjúkrahúsið sendi Heilsumálaráðnum og Heilsutrygd fríggjadagin í sambandi við broytingarnar í kommunulæknavaktini.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

14112022_Vaktarskipan_og_kommunulaeknar


Steinar Eirikstoft, stjóri á Landssjúkrahúsinum, hevur onga viðmerking til málið í dag. 

Nevndin fyri Kommunulæknafelag Føroya sigur í stuttari viðmerking, at tey fríggjakvøldið vóru kunnað um nøkur viðurskifti í læknavaktini, men at tey royna og eru til reiðar at finna eina loysn, sum er trygg fyri sjúklingin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV