- Tíðindi, mentan og ítróttur
Formansumfar í sjónvarpinum
Formansumfar í sjónvarpinum
Valstríðið í Kringvarpinum byrjar í kvøld
10.11.2022 - 14:17
Løgtingsval verður 8. desember, og valstríðið í Kringvarpinum byrjar eftir Dag og Viku í sjónvarpinum í kvøld.
Tá verður orðaskifti millum forfólkini í teimum sjey flokkunum.
Tey eru Bárður á Steig Nielsen í Sambandsflokkinum, Aksel V. Johannesen í Javnaðarflokkinum, Høgni Hoydal í Tjóðveldi, Jenis av Rana í Miðflokkinum, Ruth Vang í Framsókn og Sámal Petur í Grund í Sjálvstýri.
Christian Andreasen er farin frá sum formaður í Fólkaflokkinum, og í løtuni er ikki greitt, hvør fer at umboða Fólkaflokkin í sendingini.
John Johannessen verður vertur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV