- Tíðindi, mentan og ítróttur
633 fólk løgdust aftrat seinasta árið
633 fólk løgdust aftrat seinasta árið
Nú búgva 54.111 fólk í Føroyum, og tilflytingin er størri enn fráflytingin
Mynd: Hagstovan
10.11.2022 - 11:37
54.111 fólk búðu í Føroyum 1.oktober.
Tað eru 663 fleiri enn 1.oktober í fjør.
Seinasta árið hevur vøksturin í fólkatalinum verið lakari enn undanfarnu árini, skrivar Hagstovan.
1.september búðu 54.081 fólk í Føroyum.
Burðaravlopið er framvegis lítið, tí óvanliga nógv fólk doyggja, men tilflytingin er størri enn fráflytingin.
Størsti vøkstur í Havn og Eysturkommunu
Í kommununum var størsti vøkstur í Tórshavnar kommunu og Eysturkommunu.
Størsta minking var í Sumbiar kommunu og í Viðareiðis kommunu.
Í bygdum og býum vaks fólkatalið mest í Tórshavn, á Argjum, í Hoyvík og á Strondum.
Tað minkaði mest í Søldarfirði, í Leynum, í Árnafirði og á Viðareiði.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV