- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pedagogar vilja hava frítíðarhús
Pedagogar vilja hava frítíðarhús
Eykaaðalfundur verður um málið týskvøldið í næstu viku.
08.11.2022 - 13:40
Limir í Pedagogfelagnum hava í nógv ár spurt nevndina, um felagið ikki eigur at hava eini frítíðarhús, sum limirnir kunnu leiga.
Og nú skal tað vera.
Nevndin hevur boðað til eykaaðalfundar týskvøldið í næstu viku.
Eykaaðalfundurin verður í hølunum hjá Føroya arbeiðarfelag í Tjarnadeild í Havn.
Hava tilboð
Eittans mál er á skránni: heimild hjá nevndini at keypa frítíðarhús.
Jógvan Philbrow, formaður, sigur, at felagið hevur tilboð um eini hús, sum tað kann keypa. Men hvar tað er, og hvussu nógv, tað kostar, vil hann ikki siga.
Nógv fakfeløg hava slík frítíðarhús, sum limirnir kunnu leiga.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV