Breddin um valdið hjá føroyskum og grønlendskum fólkatingslimum

Breddin um valdið hjá føroyskum og grønlendskum fólkatingslimum
Tveir floksformenn í fólkatinginum fýlast á, at tríggir norðuratlantiskir fólkatingslimir kunnu tryggja, at Mette Frederiksen aftur skipar stjórn
Norðuratlantisku fólkatingsumboðini í fólkatinginum hava ov stórt vald, halda floksformenn í fólkatinginum.
 
08.11.2022 - 09:10

Ikki minni enn tveir floksformenn í Fólkatinginum hava funnist at, at norðuratlantisku fólktingslimirnir hava ov stórt vald.

Bæði Lars Løkke Rasmussen úr Moderatunum og Alex Vanopslagh úr Liberal Alliance halda tað vera ov galið, at tríggir norðuratlantiskir fólkatingslimir eru grundarlagið undir, at Mette Frederiksen aftur kann skipa stjórn.

Vit tosa við tey bæði føroysku fólkatingsumboðini, eins og vit hava ein viðmerkjara í útvarpsstovuni.

 

Sálarsjúka og misnýtsla

Trupulleikin við sálarsjúku millum ung, sum eisini stríðast við misnýtslu, veksur alsamt.

Tað sigur leiðarin á Herberginum í Havn og viðgerðarstovninum Frælsinum á Eiði, Martin Kúrberg.

Hann eftirlýsir meiri samstarv millum almennar stovnar fyri at lofta hesum ungu, sum ofta mangla tak yvir høvdið. Tey eru kanska ikki so nógv í tali, men talið veksur spakuliga, og tað merkja tey á Herberginum.

Breddin í útvarpinum klokkan 10. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519