Bjarni á Steig settur sum stjóri fyri Fólkaheilsustýrinum

Bjarni á Steig settur sum stjóri fyri Fólkaheilsustýrinum
Fólkaheilsustýrið, sum verður sett á stovn á nýggjárinum, er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, har yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar verða skipaðar
Bjarni á Steig verður fyrsti stjóri í Fólkaheilsustýrinum, sum verður sett á stovn á nýggjárinum
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2022 - 17:31

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, hevur gjørt av at seta Bjarna á Steig, yvirlækna, sum stjóra fyri Fólkaheilsustýrið.

Hetta boðar Heilsumálaráðið frá í tíðindaskrivi í dag. 

Bjarni á Steig er 64 ára gamal, er útbúgvin lækni frá Københavns Universitet í 1991, serlækni í hæmatologi í 2003 og í intern medisin í 2004.

Bjarni hevur eisini diplom frá serlæknaskeiði í palliativum medisini í 2013 umframt ymisk viðkomandi skeið.

Bjarni hevur drúgvar leiðsluroyndir frá síni tíð sum leiðandi yvirlækni á medisinska deplinum frá 2009 og fram til 2017. Eisini hevur Bjarni starvsroyndir sum virkandi landslækni í styttri tíðarskeið.

 

Nýggjur stovnur

Fólkaheilsustýrið, sum verður sett á stovn á nýggjárinum, er ein sjálvstøðugur stovnur undir Heilsumálaráðnum, har yvirskipaðu heilsufakligu uppgávurnar í Føroyum verða skipaðar.

Fólkaheilsustýrið skal við hollum kunnleika til føroysk heilsuviðurskifti og samfelagsviðurskifti veita heilsufakliga ráðgeving og vegleiðing.

Ein týðandi uppgáva verður at menna og styrkja fólkaheilsuarbeiðið og fyribyrging.

Harumframt skal Fólkaheilsustýrið veita granskingargrundaða heilsufakliga ráðgeving og menna, viðgera og skipa hagtøl og skráir á heilsuøkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV