Vindmylla hjá SEV send av landinum til umvælingar

Vindmylla hjá SEV send av landinum til umvælingar
Generatorurin og hjartað í einari av vindmyllunum í Neshaga vera aftur í Føroyum í vár
Generatorurin og hjartað í einu vindmylluni í Neshaga eru farin av landinum til umvælingar.
Mynd: SEV  
 
07.11.2022 - 15:57

Í eina viku hevur ein av myllunum í Neshaga hvørki havt veingir ella generator.

Talan er um vindmyllu 4, og orsøkin er, at generatorurin og sokallaði ‘hubburin’ ella hjartað, sum veingirnir eru festir í, eru send til Newcastle í Onglandi til umvælingar hjá felagnum Houghton International, upplýsir SEV.

Myllan fekk generatortrupulleikar í august 2020, og staðfest var, at tað ikki loysti seg at umvæla generatorin á staðnum, sum annars var gjørt við fleiri aðrar myllur, men at generatorurin mátti skiftast.

 

Nýggjur generatorur er dýrur

Ein nýggjur generatorur er sera kostnaðarmikil, og avgjørt er tí at royna at umvæla hann hjá enska veitaranum, sigur SEV.

Generatorurin og hjartað fóru av landinum við Norrønu hóskvøldið, meðan veingirnar liggja á goymslu í Føroyum.

Umvældi generatorin og hjartað verða eftir ætlan aftur í Føroyum og sett upp í tornið á mylluni í apríl/mai næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519