Javnvág um fýra ár. Møguligt avlop kann brúkast til størri útgjald

Javnvág um fýra ár. Møguligt avlop kann brúkast til størri útgjald
Í 2026 skulu inntøkurnar og útreiðslurnar hjá Barsilsgrunninum javnviga
Barsilspengarnir vera fleiri.
 
06.11.2022 - 15:11

Í 2026 skulu inntøkurnar og útreiðslurnar hjá Barsilsgrunninum javnviga.

Í 2026 heldur lógarfesta eftirlønargjaldið uppat at hækka.

Vísir tað seg eftir hetta, at yvirskot verður í Barsilsgrunninum, kann hugsast, at tann peningurin verður brúktur til at hækka útgjaldshámarkið. 
 
Tað stendur í viðmerkinginum hjá Umhvørvis- og Vinnumálaráðið um uppskotið um at hækka hámarksútgjaldið úr Barsilsgrunninum 2.000 kr. um mánaðin, úr 25.000 krónum upp í 27.000 krónur.

Inngjaldið hækkar eisini, 0,3 prosentstig, úr 0,86 prosentum upp í 0,89 prosent. 

Gott og ringt hugskot

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið heldur hugskotið hjá akademisku fakfeløgunum um marka fleiri vikur við barsilspeningi til pápar og sammøður vera viðkomandi.

Men tað verður ikki tikið við í hesum umfari.

Umhvørvis- og Vinnumálaráðið er ikki samt við Føroya arbeiðsgevarafelag, sum vil hava hægri útgjald og fíggja tað við at stytta útgjaldstíðarskeiðið.

Hugskotið um at stytta tíðarskeiðið við barsilspeningi fyri at fíggja eitt enn hægri útgjald verður ikki gingið á møti á hesum sinni, sigur Umhvørvis- og Vinnumálaráðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 21. januar
Morgunlestur týsdagur 21.januar 2025
186424
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV