Fleiri akfør í Eysturoyartunlinum í oktober enn somu tíð í fjør

Fleiri akfør í Eysturoyartunlinum í oktober enn somu tíð í fjør
Í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum var minni ferðsla í oktober enn í september
Miðalferðslan í Eysturoyartunlinum var 5.300 akfør um samdøgrið í oktober.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
04.11.2022 - 08:04

Miðalferðslan í Eysturoyartunlinum var 5.300 akfør um samdøgrið í oktober.

Hon var eitt sindur størri í september, tá hon var 5.418 akfør.

Men í oktober í fjør var hon nógv minni, 4.628 akfør.

Eisini í Norðoyatunlinum og í Vágatunlinum var minni ferðsla í oktober enn í september. 

Miðalferðslan í Norðoyatunlinum í oktober var 4.002 akfør. Í september var hon 4.326 akfør.

Men í oktober í fjør vóru akførini 3.909 í miðal um samdøgrið.

Í Vágatunlinum vóru akførini 2.767 í oktober og 2.984 í september.

Miðalferðslan har var 2.709 í oktober í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519