Eingin umsókn til sjey kommunulæknastørv

Eingin umsókn til sjey kommunulæknastørv
34 kommunulæknastørv eru í landinum, men bara 27 eru mannað
Tað gongur illa at manna øll kommunulæknastørvini í landinum. Eingin umsókn var til tey sjey størvini, sum vóru lýst leys í hesum umfari.
 
04.11.2022 - 09:39

Heilsutrygd fekk onga umsókn til tey sjey kommunulæknastørvini, sum vóru lýst leys.

Freistin at søkja var á middegi mikudagin.

Trý kommunulæknastørv vóru lýst leys í Suðuroyar læknadømi, tvey í Skálafjarðar læknadømi, eitt í Vestmanna læknadømi og eitt í Suðurstreymoyar læknadømi.

Í Føroyum eru 34 normerað kommunulæknastørv.

27 av teimum eru mannað. Eingin fastur kommunulækni røkir hini sjey størvini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519