ÁTS skal byggja fimleikahøll í Kaldbak

ÁTS skal byggja fimleikahøll í Kaldbak
Seks fyritøkur vóru bidnar um at lata tilboð inn, men bara tvey tilboð komu
Tá sáttmálin um fimleikahøllina í Kaldbak var undirskrivaður. Frá vinstru Karstin Vang, stjóri í ÁTS, Bogi Jacobsen, tekniskur stjóri, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Mynd: Tórshavnar kommuna  
 
04.11.2022 - 14:21

Í gjár var skrivað undir sáttmála um at byggja fimaleikahøll í Kaldbak.

Smápartafelagið ÁTS skal byggja høllina.

Arbeiðið at byggja høll í Kaldbak var boðið út í innbodnari lisitatión. Seks fyritøkur fingu í boði at lata inn tilboð.

Tvey tilboð komu.

MT-Højgaard kundi projektera og byggja høllina fyri kr. 22.057.992 u/mvg, og ÁTS kundi projektera og byggja høllina fyri kr. 17.901.926 u/mvg.

Mælt varð til at taka av lægra tilboðnum, og í gjár var so sáttmáli undirskrivaður við sp/f ÁTS.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Hósdag 23. januar
Brot úr Føroya søgu
186737
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519