Steingja vegin um Eiðisskarð um veturin

Steingja vegin um Eiðisskarð um veturin
Orsøkin er, at vegurin verður ikki saltaður ella ruddaður fyri kava, sigur Landsverk
Vegurin um Eiðisskarð er stongdur frá 1. oktober til 1. mai.
Mynd: Landsverk  
 
25.10.2022 - 08:24

Vegurin um Eiðisskarð er nú stongdur um veturin fyri almennari ferðslu.

Vegurin er stongdur frá 1. oktober til 1. mai.

Undantikin er koyring hjá Vitatænastuni og røktingarfólki.

 

Renna seg fastar í kavanum

Orsøkin er, at vegurin verður ikki saltaður ella ruddaður fyri kava, sigur Landsverk, sum hevur tikið avgerðina um at steingja vegin saman við løgregluni.

Landsverk sigur, at bæði persónbilar og bussar hava rent seg fastar í kavanum og í hálkuni, hóast ávaringarskelti um, at einki vetrarhald er. 

Hendir eitt ferðsluóhapp á vegnum, er sera torført at koma til hjálpar, tí vegurin er so smalur, og arbeiðsumstøðurnar hjá Landsverki og átakseindunum eru vánaligar, sigur Landsverk.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519