- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sendi lýsingar til fólk um vørur við alkoholi í
Føroya Bjór hevur um dagarnar sent eina lýsing til nógv fólk, har fyritøkan bjóðar fólki at keypa ymiskt til jóla.
Í lýsingini bjóðar Føroya Bjór ikki bara fólki at keypa sodavatn til jóla, men eisini jólabryggj og jólasnaps, sum alkohol er í.
Kristina Samuelsen, advokatur.
- Tað er brot á rúsdrekkalógina, tá ið ein fyritøka sendir lýsingar til fólk um sølu av eini vøru við alkoholi í.
Tað sigur Kristina Samuelsen, advokatur, sum vit hava biðið hugt at lýsingini hjá Føroya Bjór:
Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór.
Einar Waag, stjóri í Føroya Bjór, viðgongur mistakið, og sigur, at hann visti ikki um lýsingaátakið við alkoholi, áðrenn útvarpið setti seg í samband við hann í dag.
Hann vil ikki gera samrøðu við okkum, men sigur, at talan er um eitt innanhýsis mistak, har eitt starvsfólk - sum hann sigur ikki visti av lýsingaforboðnum - hevur sent lýsingina út til fólk.
Einar Waag sigur, at lýsingin er farin út til "nógv fólk", uttan at hann tó vil koma nærri inn á, hvussu nógv hava fingið lýsingina sendandi frá Føroya Bjór seinastu dagarnar.