- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fær ikki stórvegis ávirkan á Seyðisfjørð
Fær ikki stórvegis ávirkan á Seyðisfjørð
Norrøna gevst at sigla til Íslands um veturin, men tað ávirkar lítið og einki, tí fá ferðafólk koma til Seyðisfjarðar
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
25.10.2022 - 08:19
Tað fær ikki stórvegis ávirkan á Seyðisfjørð, tá Norrøna gevst at sigla hagar um veturin.
Tað sigur Björg Eyþórsdóttir, sum er forkvinna í staðbundnu kommunalu nevndini í Seyðisfirði, við miðilin Austurfrétt.
Hon sigur, at fá ferðafólk koma við Norrønu um veturin, ella frá seinnapartinum í november til 22. mars.
Tey eru færri enn hundrað, sigur hon. Og eingin íslendingur er teirra millum nú í vetur, sigur hon eisini.
Tvey farmaskip hjá Smyril Line fara at sigla til Seyðisfjarðar hvønn mikudag, tá Norrøna gevst at sigla um veturin.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV