- Tíðindi, mentan og ítróttur
Trivnaður og menning í Stranda skúla
- Tað er umráðandi, at fólkaskúlalógin verður dagførd, so skúlin møtir barninum, sum barnið er í dag, heldur Tóra Petersen, sálarfrøðingur og trivnaðarráðgevi hjá Námi.
Tað sigur hon við Skúlablaðið í sambandi við, at Stranda skúli er farin undir eina umfatandi trivnaðar- og menningarverkætlan, har endamálið er at fremja trivnaðin hjá barninum í øllum liðum, sum barnið er partur av.
Hugsjónin er, at tað ikki er skúlin einsamallur, ella stovnar og foreldur einsamøll, men alt umhvørvið og øll tey, ið eru um eitt barn, sum tryggja bestu karmarnar um barnið í góðum samstarvi.
Tóra Petersen er sálafrøðingur og trivnaðarráðgevi á Námi.
Eigur at vera partur av gransking
- Tá ið vit fóru í gongd, vóru vit samd um, at vit eru saman sum eitt heilt samfelag og vilja tryggja, at børnini koma væl undan, sigur Tóra Petersen.
Stóð tað til hennara, var trivnaðar- og menningarverkætlanin í Stranda skúla partur av gransking, har tað, sum verður sett í gongd, verður mett og mátað áðrenn og aftaná.
Tóra Petersen vísir á, at sambært gransking hevur góðskan á dagstovninum og góðskan í skúlanum avgerandi leiklut í, hvussu lívið hjá barninum verður.
Fólkaskúlalógin er frá 1997; í løtuni endurskoðar ein arbeiðsbólkur lógina, og sum skilst, koma fyrstu tilmælini um dagføringar í næstum.