- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nú skal gjaldast fyri løðistøðina við hús
Nú skal gjaldast fyri løðistøðina við hús
Heimaløðistøðin frá SEV kann brúkast í umleið sjey ár, og SEV bindur seg til at gera alt viðlíkahald
Mynd: SEV.
24.10.2022 - 13:26
Nú verður dýrari at hava elbil í Føroyum, tí skjótt skulu fólk rinda eitt mánaðarligt gjald til SEV fyri at leiga heimaløðistøð til elbilin.
- Tað er rættast, at brúkarin rindar fyri løðistøðina, heldur enn at SEV skal rinda kostnaðin, sigur stjórin í SEV.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
Heimaløðistøðir til elbilar hava seinastu fýra árini, í sambandi við eina royndarverkætlan, annars verið ókeypis at leiga. Og áhugin hevur verið stórur.
Heimaløðistøðin frá SEV kann brúkast í umleið sjey ár. Meðan brúkarin lænir løðistøðina, bindur SEV seg til at gera alt viðlíkahald.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
24102022_Hakun_um_lodistodir
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV