- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bjargingarvestur blásti seg sjálvan upp, og sendi neyðsignal
Bjargingarvestur blásti seg sjálvan upp, og sendi neyðsignal
Tíbetur kundi staðfestast at einki álvarsamt var á vási.
22.10.2022 - 14:58
Í gjáramorgunin fekk MRCC eitt sokallað AIS MOB-neyðsignal, ið merkir “maður fyri borð”.
Skjótt stóð greitt, at neyðsignalið kom frá Skálatrøð, har bátabrúgvar og hópin av bátum eru.
Fólk frá bæði MRCC, politinum og Rescue Lív fóru á staðið at leita, men tíbetur kundi skjótt staðfestast, at neyðsignalið kom frá einum báti, sum lá við bátabrúgvarnar, og at eingin skaði var.
Tað vísti seg, at umborð á bátinum var ein bjargingarvestur, ið hevði blást seg sjálvan upp og samstundis var farin at senda neyðsignal yvir fylgisvein.
Eigarin fekk fráboðan um hetta og bjargingararbeiðið kundi avblásast í øllum góðum.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV