- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava ikki staðfest fleiri tilburðir av fuglakrími
Eingin nýggjur tilburður av fuglakrími er staðfestur í heimafugli í Føroyum seinastu dagarnar.
Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur kannað trý mál, har illgruni var um fuglakrím, men eingin nýggj smitta var funnin.
- Smittan er framvegis í villa fuglinum, men enn hevur villi fuglurin ikki smittað fleiri heimafuglar, tað, vit vita um, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.
Í dag eru tvær vikur síðani, at fuglakrím varð staðfest í heimafugli í Havnardali.
Heimafuglur og villur fuglur
Í seinastu viku sendi Heilsufrøðuliga starvsstovan út áheitan, har heitt var á fólk, sum hava heimafugl, um at vera ansin.
Eitt av teimum sjey tilmælunum er at minka um sambandið millum heimafugl og villan fugl fyri at minka um smittuvandan.
- Fólk kunnu eitt nú vera hjá heimafuglinum, til tey eru liðug at geva honum, so villur fuglur ikki kemur framat, sigur Birna Mørkøre, landsdjóralækni.