Nýggja miðlastuðulsnevndin fær meira at býta út

Nýggja miðlastuðulsnevndin fær meira at býta út
Landsstýrismaðurin hevur hækkað játtanina á fíggjarlógini fyri næsta ár upp í 2,5 mió. kr.
Nýggja miðlastuðulsnevndin hittir landsstýrismannin. Frá vinstru: John Johannessen, Bjørk Maria Kunoy, Jenis av Rana, landsstýrismaður, Hallbera West, Sigrún Brend og Martin Simonsen. Dánjal Højgaard vantar á myndini.
 
20.10.2022 - 14:28

Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jenis av Rana, hevur sett nýggja miðlastuðulsnevnd.

Nevndin er longu farin til verka, og skal sita í trý ár, til 1. oktober 2025.

Bjørk Maria Kunoy, løgfrøðingur, er forkvinna í nevndini, og Dánjal Højgaard er næstformaður. Tey bæði eru sett eftir tilmæli frá Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum.

Hini í nýggju miðlastuðulsnevndini eru John Johannessen, eftir tilmæli frá Føroyskum Miðlafólkum, og Hallbera West, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetrinum.

 

Stuðul til privatar tíðindamiðlar

Varafólk í nevndini eru Sigrún Brend og Martin Nolsøe Simonsen.

Høvuðsuppgávan hjá miðlastuðulsnevndini er at býta stuðulin á fíggjarlógini út til til privatar tíðindamiðlar.

Á fíggjarlógini fyri í ár eru tvær milliónir krónur settar av til lønir og verkætlanir. 

Landsstýrismaðurin hevur í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023 hækkað játtanina hálva millión, upp í 2,5 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. januar
Vikuskiftið 24 januar 2025
186820
Fríggjadag 24. januar
Morgunlestur fríggjadagur 24. januar 2025
186427
Hósdag 23. januar
RagnarRokk 23.januar 2025
185768
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519