- Tíðindi, mentan og ítróttur
Myndir: Lærarafelagið og Lønardeildin handað krøvini
Myndir: Lærarafelagið og Lønardeildin handað krøvini
Fyrsti samráðingarfundurin var ikki drúgvur
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
20.10.2022 - 15:32
Lærarafelagið og Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum handaðu í dag hvør øðrum sáttmálakrøvini, nú partarnir fara undir samráðingar um nýggjan sáttmála.
Fundurin var í Portugálinum í Tinganesi, og hann var ikki drúgvur.
Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, var fáorðaður um sáttmálakrøvini, men hann segði við Kringvarpið í gjár, at tey fara at krevja lønarhækking, sum samsvarar við prísvøksturin.
Hagstovan hevur boðað frá, at brúkaraprístalið er 8,8 prosent, og tað er størsti prísvøkstur í 40 ár.
Sáttmálin hjá Lærarafelagnum fór úr gildi 1. oktober.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV