- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarafelagið til samráðingar í dag
Í dag byrja sáttmálasamráðingarnar millum Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og Lærarafelagið.
Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum, sigur, at tey fara at krevja lønarhækking, sum samsvarar við prísvøksturin.
Hagstovan hevur boðað frá, at brúkaraprístalið er 8,8 prosent, og tað er størsti prísvøkstur í 40 ár.
Sáttmálin hjá Lærarafelagnum fór úr gildi 1. oktober.
Væntar vælvild
Jacob Eli S. Olsen sigur, at felagið vísti vælvild, tá ið sáttmáli bleiv gjørdur beint eftir, at korona legði samfelagið lamið.
Formaðurin væntar tí, at Lønardeildin vísir vælvild hesaferð.
- Tað má síggjast aftur í sáttmálanum, at prísvøksturin er so stórur, so keypiorkan verður varðveitt, sigur Jacob Eli S. Olsen.
Sáttmálarnir hjá 14 øðrum fakfeløgum fóru eisini úr gildi 1. oktober.
Jan Mortensen, stjóri á Lønardeildini, hevur fyrr sagt við útvarpið, at hann væntar drúgvar samráðingar.