- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíligari hjá pendlarum at koyra í Vága- og Norðoyatunlinum
Brúkar tú Vága- og Norðoyatunnilin nógv, kanst skjótt fegnast um, at tað verður bíligari hjá tær at brúka teir.
Nevndirnar í báðum tunlunum hava gjørt av at lækka prísin hjá teimum, sum brúka tunlarnar nógv.
Mánaðarliga hámarksgjaldið fyri persónbilar fer úr 25 niður í 15 túrar, upplýsir tunnilsfelagið í tíðindaskrivi.
Í mesta lagi 300 kr.
Hetta merkir, at hevur tú hald til tunlarnar, koyrir tú ókeypis eftir tann fimtanda túrin.
Sostatt fert tú í mesta lagi at gjalda 300 krónur um mánaðin, sama hvussu oftani tú koyrir ígjøgnum tunnilin.
Fyri leigubilar, hýruvognar og vøruvognar verður hámarksgjaldið 500 krónur um mánaðin.
Skipanin við bíligari tunnilshaldum kemur í gildi 1. november.