Nógv vilja hava fjórða prikið

Nógv vilja hava fjórða prikið
Nú verður ikki koppsett á sjúkrahúsunum, men á apotekunum og hjá kommunulæknunum
Nú verður ikki longur koppsett á sjúkrahúsunum, men á apotekunum og hjá kommununulæknunum. (Savnsmynd: Bjarni Àrting Rubeksen)
 
14.10.2022 - 12:55

Tey, sum eru eldri enn 50 ár, kunnu nú fáa fjórða prikið fyri koronu á apotekunum kring landið.

Í heyst er koronukoppsetingin skipað øðrvísi enn undanfarin ár. Nú verður ikki longur koppsett á sjúkrahúsunum, men á teimum fýra apotekunum kring landið og hjá kommunulæknunum. 

Sjúkrahúsverkið hevur evstu ábyrgd av koppsetingini, men tað er Apoteksverkið, ið umsitur bíleggingarskipanina korona.fo, og sum saman við kommunulæknunum koppsetur fyri Sjúkrahúsverkið.

Nanna Knudsen, apotekari á Norðoya apoteki, sigur, at áhugin fyri fjórða prikinum vaksin seinastu tíðina:

 

14102022_Apotek_1

 

 

Apoteksverkið fylgir neyvt við eftirspurninginum á tíðum til koppseting, og leggur tíðir út á bíleggingingarskipanina eftir tørvi.

Hetta verður gjørt, so hvørki arbeiðsorka ella koppingarevni skulu fara til spillis, sigur Nanna Knudsen:

 

14102022_Apotek_2

 


 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519