Eingin demenssamskipari í trimum økjum í landinum

Eingin demenssamskipari í trimum økjum í landinum
Tað snýr seg um tvær milliónir krónur til at seta teir seinastu landsdemenssamskipararnar í starv, sigur  Alzheimerfelagið
Demenssamskiparar vanta í trimum økjum í landinum, men landsstýrismaðurin í heilsumálum lovar at kanna málið. (Savnsmynd)
 
12.10.2022 - 13:24

Eysturoy, Norðoyggjar, Norðurstreymoy, Vágar og Sundalagið og borgarar, sum eru yngri enn 67 ár, fáa tænastur frá einum demenssamskipara, men í Suðurstreymoy, Sandoynni og í Suðuroynni er framvegis eingin demenssamskipari.

- Hetta ger støðuna verri hjá tí sjúka og familjuna, sigur Ann Mari Jensen, forkvinna í Alzheimerfelagnum. 

Avvarðandi í hesum økjum eru ørkymlað, tí so lítil hjálp er til tey, sigur hon:

 

12102022_Demens

 

Sjey ár eru liðin, síðani Føroyar fingu landsdemensætlanina "Gloymsk, men ikki gloymd 2015," har fimm landsdemenssamskiparar skulu vera kring landið at vegleiða tann sjúka og familjuna í nýggju støðuni, og fáa samband við kommunur og almannaverkið, og hvørja undirvísing tey avvarðandi skulu hava. 

Tað snýr seg um tvær milliónir krónur til at seta teir seinastu landsdemenssamskipararnar í starv, sigur  Alzheimerfelagið:

 

Demens_2

 

 

Ann Mari Jensen er forkvinna í Alzheimerfelagnum.

 

Landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, lovar at kanna málið:

 

12102022_Kaj_Leo


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519