- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pantskipanin hjá landsstýrinum skal ikki í løgtingið
Handilsvinnufelagið heldur ikki, at uppskotið hjá landsstýrinum um pant ger skipanina smidligari fyri fólk og vinnu.
Tað loysir ongar trupulleikar hjá handilsvinnuni, heldur tvørturímóti.
Handilsvinnufelagið mælir staðiliga frá, at uppskotið hjá landsstýrinum fer í løgtingið.
Handvilsvinnufelagið mælir til, at Umhvørvis- og Vinnumálaráðið finnur eina loysn saman við við Dansk Retursystem umvegis danska Umhvørvismálaráðið.
Til Danmarkar
Plastfløskur skulu ikki siglast til Danmarkar at verða kroystar til endurnýtslu.
Tað hevur við sær óneyðugt CO2 útlát.
Í uppskotinum hjá landsstýrinum stendur, at uppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri vinnuna.
Hetta má vera ein misskiljing heldur Handilsvinnufelagið.
Handlar vera noyddir til at gera stórar íløgur í útbúnað, maskinur og høli umframt rakstrarútreiðslur til umsiting, heinting, flutning og so framvegis