- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tannheilsan hjá børnum er batnað
Barnatenninar í Føroyum gerast støðugt betri.
Skrásetingarnevndin hjá Tannlæknafelagnum hevur gjørt eina frágreiðing um tannheilsuna hjá børnum árini 1991 til 2021.
Í 1991 høvdu 29 prosent av teimum fimm ára gomlu frískar barnatenn. Í 2021 var talið komið upp í 77 prosent.
Hjá teimum sjey ára gomlu høvdu bara níggju prosent frískar barnatenn í 1991. Tað talið var komið upp í 64 prosent í 2021.
62 prosent høvdu frískar vaksnamannatenn í 1991 og 95 prosent í 2021.
Um tey 12 ára gomlu sigur kanningin, at 12 prosent høvdu friskar tenn í 1991 og 71 prosent í 2021. Samanbering er gjørd við støðuna í Danmark. Har var talið 82 prosent í 2021.
Støðan verri hjá teimum 15 ára gomlu
Støðan hjá teimum 15 ára gomlu var ikki so góð, bara fýra prosent í 1991 og 50 prosent í 2021. Har var talið 68 prosent í Danmark.
Skrásetingarnevndin mælir til, at tannlæknar fara at skráseta tannsjúkur og tannstøður.
Millum annað eru sýruskaðar av sodavatni og orkudrykkjum vorðnir fleiri.
Tannlæknar siga eisini, at snús ger fleiri skaðar á tannkjøt.