Krevja endurgjald fyri brotnar rútar á Erlu Kongsdóttur

Krevja endurgjald fyri brotnar rútar á Erlu Kongsdóttur
Rútar vóru skiftir fyri 900.000 kr., og viðlíkahaldið kostaði harumframt 300.000 kr. í fjør
Rútar á Erlu Kongsdóttur brotnaðu tvær ferðir í desember í fjør.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
27.09.2022 - 12:15

Strandfaraskip landsins hava kravt góða millión krónur frá skipasmiðjuni, sum bygdi Erlu Kongsdóttur, fyri rútarnar, sum ikki vóru í tí standi, teir skuldu vera, siga Strandfaraskip.

Tveir rútar brotnaðu, tá Erla Kongsdóttir var á veg til Havnar úr Nólsoy 11. desember í fjør. Og á tollaksmessu brotnaði enn ein rútur.

Rútar vóru skiftir fyri 900.000 kr. Viðlíkahaldið kostaði harumframt 300.000 kr. í fjør. 

 

Krevja endurgjald

Strandfaraskip landsins hava kravt endurgjald frá skipasmiðjuni.

Skipasmiðjan hevur svarað, at hon hevur sent kravið til teirra, sum gjørdu rútarnar.

Meira hava Strandfaraskip landsins ikki frætt um hetta málið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209