- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lógin um FAS verður herd
Lógin um FAS verður herd
Umboðsfólk hjá útlendskum eigarum skulu kunna dragast til svars
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
22.09.2022 - 18:00
Lógin um Føroya Altjóða Skipaskráseting, FAS, skal herðast, so umboðsfólk hjá útlendskum eigarum kunnu dragast til svars, um óreglusemi fer fram.
Avgerðin er tikin, eftir at tað kom fram, at nøkur feløg, sum høvdu skip í FAS, royndu at snýta seg til skattligar fyrimunir.
Málið snúði seg um smápartafelagið, Tindhólm, sum íslendska felagið Samherji átti, og sum var skrásett í FAS.
Reiðaríið hevði uppgivið hýrur til íslendska manning á fiskiskipum í Namibia at vera vunnar á FAS-skrásettum skipi, og fekk tí afturbering.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
22092022__FAS
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV