Dialysukoyringin lýst leys av nýggjum

Dialysukoyringin lýst leys av nýggjum
Landssjúkrahúsið fekk einki tilboð seinast
Freistin at bjóða upp á koyringina við dialysusjúklingum hesaferð er til 21.september.
 
01.09.2022 - 08:41

Landssjúkrahúsið roynir nú aftur at fáa onkran at koyra dialysusjúklingar.

Landssjúkrahúsið fekk einki tilboð seinast.

Tilboðini skuldu latast inn 23.juni, og vinnarin skuldi kunngerast 30.juni. Men einki tilboð kom.

Biðið er nú aftur um tilboð upp á at koyra dialysusjúklingar í Havn og aðrastaðni, har landfast er millum Havnina og bústaðin hjá sjúklinginum, til Landssjúkrahúsið og frá tí aftur.

 

8.000-10.000 km um mánaðin 

Sambært útboðstilfarinum eru í løtuni 14 sjúklingar, sum hava brúk fyri koyringini.

Kilometratalið er millum 8.000 og 10.000 um mánaðin.

Sandoyggin skal við, tá Sandoyartunnilin er tikin í almenna nýtslu.

Freistin at bjóða hesaferð er til 21.september. Vinnarin verður kunngjørdur longu dagin eftir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV