Dialysuviðgerð í Suðuroy næsta ár

Dialysuviðgerð í Suðuroy næsta ár
Uppskot um dialysuviðgerð í Suðuroyar sjúkrahúsi er liðugt, og tað verður viðgjørt í sjúkrahúsleiðsluni í løtuni
Suðuroyar sjúkrahús fer at bjóða dialysuviðgerð næsta ár, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum.
 
31.08.2022 - 08:27

Næsta ár kann Suðuroyar sjúkrahús bjóða dialysuviðgerð.

Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður, í svari til Bjarna Hammer, løgtingsmann.

Ein millión krónur eru til dialysuútgerð í fíggjarlógini í ár.

 

Keypa útgerð í ár

Kannað er í Danmark og í Íslandi, hvussu tey gera har. Tær kanningarnar eru lidnar, og útgerðin verður keypt í ár.

Eitt uppskot um, hvussu dialysuviðgerðin í Suðuroyar sjúkrahúsi skal vera, var liðugt í síðstu viku. Tað verður viðgjørt í sjúkrahúsleiðsluni í løtuni.

Um alt gongur sum ætlað, kann farast undir at geva dialysuviðgerð í Suðuroyar sjúkrahúsi næsta ár, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV