Ein triðingur veit ikki, hvar tey eru smittað

Ein triðingur veit ikki, hvar tey eru smittað
Vágaportalurin hevur fingið tølini hjá landslæknanum um koronu í Føroyum í summar
Sambært landslæknanum vóru 322 koronutilburðir í juni, juli og august. (Savnsmynd)
 
24.08.2022 - 08:23

Ein triðingur teirra, sum hava fingið koronu í summar, vita ikki, hvar tey eru smittað.

Vágaportalurin hevur fingið tølini hjá landslæknanum um koronu í Føroyum í summar.

86 positivir tilburðir vóru í juni, 179 í juli og higartil í august, ella til 22.august, 57 tilburðir, ella 322 í juni, juli og august.

Landslæknin sigur við Vágaportalin, at hann fylgir við gongdini og ringir til tey smittaðu fyri at spyrja um smittukeldu, sjúkueyðkenni og annað.

 

Festivalar og veitslur

24 prosent vita ikki við vissu, hvussu tey eru smittað, men nevna stevnur, festivalar og veitslur. 23 prosent nevna familju ella vinfólk sum smittukeldu.

20 prosent siga seg vera smittað uttanlands, tilburðirnir eru innfluttir.

Og 33 prosent siga seg als ikki vita, hvar tey eru smittað.

35.280 fólk í Føroyum hava fingið staðfest, at tey hava koronu. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV