Ítøkiligar ætlanir um Suðuroyartunnilin

Ítøkiligar ætlanir um Suðuroyartunnilin
Løgmaður sigur, at landsstýrið arbeiðir við at fyrireika ætlanina um at gera ein suðuroyartunnil 
Linjuføringin er ikki ásett enn.
 
29.07.2022 - 16:28

Suðuroyartunnilin er farin at nærkast veruleikanum, í hvussu so er sambært røðuni hjá løgmanni í løgtinginum í dag.

Hann segði, at landsstýrið arbeiðir við at fyrireika ætlanina um at gera ein suðuroyartunnil. 

Ymiskir møguleikar eru kannaðir viðvíkjandi linjuføringum. 

Ætlanin er at mæla til eina linjuføring, sum leggur upp fyri kostnaði, trygd og framtíðar vegakervi sum heild.

Jarðfeingi hevur gjørt tilmæli til Landsverk um, hvørjar jarðfrøðiligar kanningar eiga at vera gjørdar fyri at hava eitt haldgott grundarlag at fara undir verkætlanina, sigur løgmaður. 

Hann sigur, at hildið verður fram at gera forkanningar og fyrireika tunnilin. 1,8 mió. krónur eru tøkar í ár. 

100 milliónir um árið

Landsstýrið hevur sett 100 mió. kr. av til tunnilin frá 2025 og frameftir í langtíðarløguætlanini. 

Eisini eru játtaðar fýra mió. kr. í ár til at stovna partafelagið Suðuroyartunnil.

Fyribils er mett, at tað fer at taka okkurt um átta ár at byggja tunnilin. 

Tá eru fyrireikingar, undankanningar og prosjektering ikki taldar við. 

Ætlanin er at gera lógaruppskot komandi tingár, sum gevur heimild at gera forprojekt og eitt møguligt endaligt projekt, sum er klárt at bjóða út.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. januar
Norðurljóð 27.januar 2025
186723
Mánadag 27. januar
Takk fyri dansin, Teitur
186918
Mánadag 27. januar
Góðan morgun Føroyar
186905
Mánadag 27. januar
Vetrarjazz 2025
186712
Mánadag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 27.januar 2025
186649
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. januar
3-2
186892
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881
Fríggjadag 24. januar
Veðrið
186817
Hósdag 23. januar
Heim, kæra heim (1:3)
186749