Mæla ES-londunum til at góðkenna koppingarevni

Mæla ES-londunum til at góðkenna koppingarevni
Europeiski heilivágsmyndugleikin, EMA, mælir nú ES-limalondunum til at góðkenna eitt koppingarevni fyri apukoppar
Higartil eru fleiri enn 15.000 tilburðir av apukoppum staðfestir í heiminum
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
23.07.2022 - 13:06

Koppingarevnið Imanex, sum verður givið fyri vanligar koppar, kann eisini latast fyri apukollar, sigur EMA.

Tilmælið er grundað á royndir við djórum, ið hava víst, at koppingarevnið verjir fyri koppum. EMA kann bara koma við einum tilmæli, tí formligu avgerðina eigur ES-nevndin.

Amerikanski smittuverjumyndugleikin, CDC, veit at siga, at higartil eru 15.400 tilburðir av apukoppum staðfestir í 71 londum kring heimin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV