Rullipylsa orsøk til sjúku og andlát

Rullipylsa orsøk til sjúku og andlát
Eitt fólk í Danmark er deytt, tí tað át rullipylsu, sum listeria var í. Tað vísir umfatandi kanningararbeiði hjá heilsumyndugleikunum
Rullupylsa frá Danish Crown, smittað við listeria, gjørdi átta fólk sjúk, og tók lívið ein einum persóni
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
21.07.2022 - 09:18

Herfyri varð rullupylsa frá Danish Crown afturkallað, tí listeria var funnin í rullupylsuni. 

Síðani á nýggjárinum, hevur mann í Danmark skrásett fleiri sjúklingar enn vanligt, sum vóru smittaðir við listeria. 

Nú er endaliga staðfest, at átta fólk vóru smittað, tí tey ótu rullipylsu frá einari fyritøku hjá Danish Crown í Oldenburg i Týsklandi.

Eitt fólk í Danmark er deytt, tí tað át rullipylsu, sum listeria var í.

Tvey sløg av listeria

Eingin hevur fingið staðfest smittuna í Danmark seinasta mánaðin.

Í Danmark hava fólk fingið tvey sløg av listeriasmittu, og leitað verður enn eftir upprunanum til hina smittuna.

 

Eisini at fáa í Føroyum

Vanliga rullipylsa frá Danish Crown er eisini at fáa í Føroyum.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur afturkallað 15 rullipylsusløg.

Á heimasíðuni hfs.fo sæst, hvørji tey eru.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV