Fyrsti BA.2.75-smittutilburðurin staðfestur í Danmark

Fyrsti BA.2.75-smittutilburðurin staðfestur í Danmark
Fyrsti smittutilburðurin við illa smittandi koronuslagnum, BA.2.75, er nú staðfestur í Danmark. Men Serumstovnurin stúrir ikki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.07.2022 - 11:22

Tann fyrsti smittutilburðurin við illa smittandi koronuslagnum, BA.2.75, er nú staðfestur í Danmark.

Tað váttar Søren Alexandersen, fakligur leiðari hjá danska Serumsstovninum, sambært sjónvarpsstøðini, TV2.

Hann leggur áherðslu á, at Serumstovnurin ikki stúrir, og eingin grund er at halda, at fólk gerast sjúkari av BA.2.75 enn Omikron.

Tann smittaði er ein dani, sum hevur verið og ferðast í Suðurevropa, og tilburðurin varð staðfestur fyrradagin.

Koronuslagið hevur tikið dik á seg í India, har smittan hevur vakt ans, tí BA.2.75 smittar so illa.

12. juni vóru tvey prosent av smittutilburðunum í India við nýggja frábrigdinum, nú er tað talið komið uppá 23 prosent.

Smittan er eisini staðfest í Japan, Týsklandi, Stórabretlandi, Kanada, USA, Avstralia, Ný Sælandi, og nú eisini í Danmark.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV