Keyp á 320 milliardir krónur verður av ongum

Keyp á 320 milliardir krónur verður av ongum
Tað verður av ongum, at Tesla-milliardingurin, Elon Musk, keypir risastóra talgilda samskiftispallin, Twitter
 
09.07.2022 - 12:57

Í apríl mánaði boðaði hann frá, at hann ætlaði at keypa Twitter fyri 44 millardir dollarar ella góðar 320 milliardir krónur. 

Men Musk vísir nú á, at Twitter hevur brotið ov nógvar ásetingar í keypsavtaluni.

Millum annað heldur hann ikki, at Twitter-nevndin er komin fram við einum neyvum tali á følskum profilum á Twitter, sum kann ávirkað virðið á talgilda pallinum.

Nevndin í Twitter fer nú at kanna, um tað ber til at stevna Elon Musk fyri brot á keypsavtaluna.

Víst verður á ásetingar í avtaluni, sum siga, at um annar partur á ólógligan hátt brýtur avtaluna ella tekur seg úr henni, fær tann parturin eina milliard dollarar í bót ella 7,3 milliardir krónur.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081