Fýra ferðir so nógvar ávísingar til Barna- og ungdómspsykiatriina

Fýra ferðir so nógvar ávísingar til Barna- og ungdómspsykiatriina
Seinastu átta árini eru fýra ferðir so nógv børn og ung ávíst til Barna- og ungdómspsykiatriina í Føroyum
 
28.06.2022 - 15:49

Felagið Sinnisbati rópar nú varskó. Seinastu átta árini eru fýra ferðir so nógv børn og ung ávíst til Barna- og ungdómspsykiatriina í Føroyum.

Í 2013 vórðu 73 ungfólk ávíst til útgreining, í fjør var tað talið 324. Sostatt faldasti talið við 4,4 tey átta árini. Tað vísa tøl hjá Barna- og ungdómspsykiatrisku deildini, sigur Sinnisbati.

Bíðilistin eftir at sleppa til útgreining og viðgerð er eisini langur. Nú, árið er hálvrunnið, standa 215 børn og ung á bíðilista.

Felagsskapurin skjýtur upp at keypa eyka, fakligan stuðul og serkunnleika uttanlands, fyri at stytta um bíði- og viðgerðartíðina.

- Hetta er kostnaðarmikið, men eg haldi ikki, at samfelagið hevur ráð at lata vera, sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.

Langi bíðilistin ger, at vandi er fyri, at børn og ung detta niður ímillum, fáa tey ikki røttu hjálpina í tøkum tíma, sigur felagsskapurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV