- Tíðindi, mentan og ítróttur
Apoteksverkið kann kalla medisinska útgerð aftur
Apoteksverkið kann kalla medisinska útgerð aftur
Ein hálv millión sløg av útgerð kunnu keypast á heimsmarknaðinum, men higartil hava ongar reglur verið í Føroyum
Mynd: Savnsmynd
01.06.2022 - 08:44
Frá 1.apríl næsta ár kann Apoteksverkið kalla aftur medisinska útgerð, sum ikki lýkur krøvini um góðsku og trygd.
Hetta er á sama hátt, sum tá Heilsufrøðiliga starvsstovan afturkallar vánaligar matvørur.
Okkurt um 500.000 sløg av medisinskari útgerð kunnu keypast á heimsmarknaðinum.
Ongar reglur
Í Føroyum eru ongar reglur, sum verja fólk móti henni.
Talan er um millum annað koyristólar, brillur, blóðtrýstmátitól, hoyritól, útgerð til gitnaðarkanningar, koronuskundkanningar, implantatir, peysmeykarar og fepurstokkar.
Mett verður, at Apoteksverkið hevur brúk fyri einum ella tveimum ársverkum til eftirlitið og til at umsita lógina.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV