Fyrsta myndin av Svarta Holinum í Vetrarbreytini

Fyrsta myndin av Svarta Holinum í Vetrarbreytini
Svarta Holið, sum fyri fyrstuferð er avmyndað, verður rópt Bogamaðurin A og er fýra milliónir ferðir tyngri enn Sólin. Tað er at finna í miðjuni í okkara stjørnuskipan.
 
12.05.2022 - 14:00

Myndin vísir miðkringin har tað Svarta Holið er. Tað sum sæst, er ljósið frá yvirhitaðum gassi, sum ferðast rundan um ómetaligu atdráttarmegina frá Svarta Holinum. 

 

Glóðaheitt gass ferðast í ring um Svarta Holið (Mynd: EHT/ESO)

 

Langt langt burturi

Svarta Holið er umleið 26.000 ljósár burturi frá okkum, og fyri at samanbera við okkurt í okkara Sólarskipan, so er gassringurin rundan um Svarta Holið, á stødd við ringrásina hjá gongustjørnini Merkur um Sólina, umleið 60 millónir kilometrar breitt. 

 

Svarta holið er finn í miðkringinum í okkara stjørnuskipan, Vetrarbreytini (Mynd: NASA illustration)

 

Næstan myndin ið er tikin av einum Svørtum Holið
Í 2019 eydnaist tað fyri fyrstuferð, at taka eina mynd av einum risastórum Svørtum Holið í stjørnuskipanini Messier 87. Tað Svarta Holið var túsind ferðir, ella 6,5 milliónir ferðir tyngri enn Sólin. 

Fyri stjørnufrøðingar er myndin áhugaverd, tí sjálvt um man hevur vitað, at eitt Svart Hol var í miðjuni í Vetrarbreytini, so er hetta fyrstu ferð, tað hevur eydnast at taka eina mynd, sum so letur upp fyri møguleikanum at kanna og skilja Svørt Hol betri. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 24. november
Bolero - 24. november 2024
184087
Sunnudag 24. november
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
184085
Leygardag 23. november
Jambalaja - 231124
184069
Leygardag 23. november
Vikan 23. november 2024
184060
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 24. november
Stórmøti hjá Heimamissióni
184095
Fríggjadag 22. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
184015
Fríggjadag 22. november
Veðrið
184049
Hósdag 21. november
Fólksins rødd 4:4
183995
Hósdag 21. november
Andaktin
183982