Onga mannagongd um GPS-skipan

Onga mannagongd um GPS-skipan
Fyritøkur hava fingið kravboð frá Dátueftirlitinum
GPS verður brúkt í bilum.
 
30.04.2022 - 14:50

Tvær fyritøkur, sum onga mannagongd høvdu um, hvussu persónsupplýsingar í GPS-skipan skulu viðgerast, hava fingið kravboð frá Dátueftirlitinum um at gera slíka mannagongd.

Dátueftirlitið hevur havt eftirlit við GPS-skipanum hjá seks fyritøkum.

Tá ein fyritøka hevur GPS-skipan í arbeiðsbilunum, merkir hetta, at sjálvt um GPS-skipanini ikki beinleiðis skrásetir, hvør tað er, sum koyrir bilin, so eru skrásetingarnar í skipanini at meta sum persónsupplýsingar, tá tað á annan hátt er gjørligt at fáa greiðu á, hvør tað er, sum koyrir, og soleiðis knýta upplýsingarnar í GPS-skipanini til ein ávísan persón.

Kunning

Dátueftirlitið kundi staðfesta, at allar fyritøkurnar í ávísan mun høvdu kunnað starvsfólkini um GPS-skipanina. 

Í nøkrum førum metti Dátueftirlitið tó, at kunningin ikki var í lagi. 

Tær fyritøkurnar fingu boð frá Dátueftirlitinum um at broyta kunningina, so hon er í samsvari við dátuverndarlógina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. januar
Bolero - Tónleikur til veturin
186189
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta í Vestmanna kirkju
186188
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. januar
Guðstænasta úr Vestmanna kirkju
186190
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081