Føroyar fingu kenningar í EM-undankappingini

Føroyar fingu kenningar í EM-undankappingini
Føroyar skulu spæla ímóti Eysturríki, Ukraina og Rumenia um pláss í EM-endaspælinum í 2024. Eysturríki og Ukraina eru ynskilið úr potti eitt og tvey, sigur Helgi H. Hoydal
Flúgvandi: Helgi Hildarson Hoydal í dysti ímóti Ukraina, sum aftur verða mótstøðulið hesa ferð
 
31.03.2022 - 18:20

Føroyar skulu kappast við Eysturríki, Ukraina og Rumenia um pláss í EM-endaspælinum, sum verður í Týsklandi í 2024. 

Royndi føroyski strikuspælarin, Helgi Hildarson Hoydal, er væl nøgdur við lutakastið.

 - Eg haldi at hettar er eitt fínt lutakast. Tað er einki at ivast í, at Eysturríki og Ukraina eru ynskilið úr potti eitt og tvey, meðan Rumenia møguliga er eitt av sterkaru liðunum í potti trý, sigur hann. 

Gamlir kenningar

Hetta verður sætti og sjeyndi dysturin, sum Føroyar spæla ímóti Ukraina síðan 2018. Ukraina hevur vunnið allar fimm higartil, men tvær ferðir bert við einum máli. Helgi Hildarson Hoydal vónar, at tað skal eydnast at koppa teimum hesa ferð.

 - Ukraina hava vit eina søgu við seinastu árini, har vit hava møtt teimum ofta. Eg rokni við, at eg tosi fyri teir allarflestu á liðnum tá eg sigi, at vit hava ógvuliga góðan hug endiliga at vinna á teimum. Vónandi fáa teir luttikið sum vanligt, sigur sterki strikuspælarin.

Føroyar hava hitt Rumenia eina ferð í nýggjari tíð. í 2018 taptu Føroyar við átta málum ímóti rumenum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. januar
Morgunlestur fríggjadagur 10. januar 2025
185732
Hósdag 9. januar
RagnarRokk 9.januar 2025
184266
Hósdag 9. januar
RagnarRokk: Michael Murphy um Lighthouse
184262
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079
Mikudag 8. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186035