Biontech hevði 76,5 mia. kr. í avlopi í fjør

Biontech hevði 76,5 mia. kr. í avlopi í fjør
Biontech menti fyrsta koppingarevnið fyri koronu, sum var góðkent í Evropa
Umsetningurin hjá Biontech í fjør var 141 milliardir kr.
 
31.03.2022 - 11:41

Avlopið hjá týska heilivágsfyritøkuni, Biontech, setti met í fjør.

Tað var Biontech, ið menti fyrsta koppingarevnið fyri koronu, sum varð góðkent í Evropa. 

Biontech hevði 10,29 milliardir evrur í avlopi í fjør, tað svarar til 76,5 milliardir krónur. 

Umsetningurin hjá felagnum 141 milliardir krónur.

Til samanberingar kann nevnast, at fyrraárið var avlopið hjá Biontech 116 milliardir krónur. Hetta var, áðrenn sølan av koppingarevninum, sum var ment í samstarvi við Pfizer, av álvara tók dik á seg, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV