- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV varðveitir net, motorar og vatnorkuverk
SEV varðveitir kervisábyrgd, sum umfatar elnetið, skipanarberandi tænastur og systemábyrgd, tað er umframt sjálvt elnetið, eisini dieselverkini og vatnorkuverkini og ábyrgdina av, at skipanin altíð er í javnvág.
Tað stendur í semjuskjalinum um bygnaðin á elorkuøkinum, sum var samtykt á eykaaðalfundi hjá SEV í gjár.
Samráðingarnevndin, sum hevur gjørt semjuskjalið, var skipað á eykaaðalfundinum hjá SEV 26. november í fjør.
Dótturfeløg egna nevnd og leiðslu
Nevndin skuldi samráðast við landsstýrismannin í umhvørvis- og vinnumálum um bygnaðin á elorkuøkinum. Í nevndini eru formaðurin og næstformaðurin í Kommunufelagnum og nevndarformaðurin í SEV.
Í semjuskjalinum stendur eisini, at dótturfeløgini hjá SEV, Vindfelagið Húsahagi og Vindfelagið í Neshaga, sum eiga og reka vindmyllulundirnar í Húsahaga, Neshaga og Porkerishaga, skulu skipast við sjálvstøðugari nevnd og leiðslu, uttan persóns-samanfall við SEV.
Ein bólkur skal setast at kanna, hvussu ein marknaður kann skipast í søluliðinum við tí endamáli at skapa dynamisk tilboð, sum eggja fólki til at leggja um til varandi orkukeldur.